Røddin letur ungdómspolitikkarar sleppa fram at

Í annaðkvøld kl 20 skipar Røddin fyri kjaki millum politisku ungmannafeløgini í Perluni í Havn.

 

 

Talan er um tvey uppskot, ið eru løgd fram fyri tinginum fyri stuttum.

Annað snýr seg um at dagføra og endurskoða løgtingslógina um dagstovnar og dagrøkt. Skulu kommunurnar hava loyvi til at veita stuðul til foreldur, ið velja at vera heimagangandi?

Hitt evnið snýr seg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar. Vit mangla handverkarar í samfelagnum, og nógv av handverksfakunum eru á ov lágum stigi. Hvussu broyta vit hesa tilgongdina?

 

 

Við at ungmannafeløgini fara at kjakast um hesi evni, kunnu politikkararnir hoyra hvørja meining ungdómurin hevur, áðrenn málini verða liðugt viðgjørd.

 

 

Afturat kjakinum koma bæði Lea Kampmann og Danny and the Veetos at spæla.

Tiltakið er ókeypis og verður eisini at hoyra beinleiðis í útvarpinum. Framyvir fer Røddin at hava tiltøk í Perluni annaðhvørt fríggjakvøld.