Røddin ber ikki nóg langt

Fløguummæli: Tal Bachman

Veit ikki rættuliga hví, men myndin á permuni leiður huga mín yvir til Sting, og sigur mær at her fáa vit eina soloframførslu, sum í størst møguligan mun verður borin fram av røddini hjá sangaranum.

Ivaleyst hevur hetta eisini verið ætlanin, men einasti trupulleikin tykist vera, at røddin ikki á nakran hátt er í sama flokki sum tann hjá Sting, ella nøkrum av hinum kanóninum innan tónleikin.

Skal ein útgáva gerast í hesum stílinum, er eftir mínum tykki neyðugt, at tann, sum syngur, á ein ella annan hátt megnar at syngja á heilt serligan hátt. Snøgt sagt vísa nakað heilt serligt, og størsti trupulleikin hjá Tal Bachman er, at hetta ger hann ikki á nakran hátt.


Als ikki í serflokki

Gaman í er hann ein rímuliga góður sangari, men tá hvørki røddin ella løgini eru nakað fyri seg, so dugi eg als ikki at síggja, at júst hesin maður skal gerast nøkur stjørna á tónleikahimlinum.

Tað er tó fyrr hent, at ummælarar hava mett skeivt, og tónleikaheimurin hevur í hvussu so er sæð meira enn ta einu døgnfluguna, men um henda útgávan er vegleiðandi fyri komandi útgávurnar hjá hesum sangara, verður tað í hvussu so er ikki úr mínum lumma at hann fær sítt dagliga breyð.