- Vit kunnu spæla betri, enn vit gjørdu í dag. Men tað ræður jú eisini um at koma ígongd, og hetta var ein fínur dystur í so máta. Vit lendi jú ikki fyrr enn fríggjanáttina, so tað ræður um at fáa spælt nakrar dystir, áðrenn tær truplu uppgávurnar koma.
Í mun til fyrstu venjingardystirnar, so er air-condition maskinurnar nú komnar ígongd. Er tað stórur munur á at spæla, og so fyri tveimum døgum síðani?
- Ja. Hon er nakað frægari, men tað hóast alt 28 stig inni í hesi høllini, so tað er tungt at spæla. So tað ræður um at drekka nógv alla tíðina, og kanska skifta meira út enn vanligt.
Týsdagin hevur føroyska liðið Áland sum mótstøðu. Og her verður eisini farið eftir sigrinum, sigur Bartal.
- Vinna vit bólkin, so sleppa vit at spæla móti einum 3’ara. Og tað ger sjálvandi næsta umfarið lættari. Og vit vita, at spæla vit upp til okkara besta, so eru vit sterkari enn Áland, so tað er heilt greitt sigurin, sum telur í tí dystinum.