Ræddi gestir og løgreglu við pylsum

- Tá vit sóu, hvat hetta í veruleikanum var, kundu vit ikki lata vera við at flenna, sigur ein av bumbuserfrøðingunum. Ein 23 ára gamal kinverji lumpaði bæði matstovugestir og løgreglu á eini matstovu í Benxi i Kina um dagarnar. Hann hótti nevniliga við at spreingja bæði matstovu og gestir í luftina við dynamitstengrum, sum hann hevði fest rundan um seg.

Gestirnir vóru hjartkiptir, tá uppøsti maðurin var í hørðum kegli við løgregluna, sum kom á staðið.

Saman við dynamitstengrunum hevði ungi maðurin fest eitt battarí - so, hetta sá rættiliga álvarsamt út.

Tá bumbuserfrøðingar eisini komu inn á matstovuna, sóu teir skjótt, at hetta ikki vóru dynamitstengur, men reyðar pylsur, sum maðurin hevði fest rundan um seg.

- Tá vit sóu, hvat hetta í veruleikanum var, kundu vit ikki lata vera við at flenna, sigur ein av bumbuserfrøðingunum.

Kinverjin hevur greitt frá, at hann kendi tunglyndi á sær, tí hann hevði gjørt upp við sína elskaðu.

Sing He, sum hin 23 ára gamli kallast, sigur, at hann hevði brúk fyri, at okkurt spennandi hendi í lívi hansara eftir uppgerðina við gentu sína.

Tað var annars ikki uttan orsøk, at løgreglan í Benxi tók málið í álvara, tí í 2007 vórðu 25 fólk dripin og 41 særd, tá ein bumba brast á einari barr - júst í hesum kinverska býi.