19-ára gamli Even Johansen úr Sandvika í Norra, keypti sær ein útróðrarbát í Canada. Í vikuni komu teir til Frøya eftir ein buldrutan túr um Norður-Atlantshavið. Nógv fólk var samankomið í Sandvika, tá ið tann 19 ára gamli Even Johansen, saman við vinmanni sínum, stevndi inn í heimbygdina við nýggja útróðrarbátinum, sum hann hevur keypt í Canada.
Vit komu í rættuligt ódnarveður eystur úr Kappanum, tað var ódn - um 50 m/sek, men vit komu tíbetur heilskapaðir burturúr tí, segði Even Johansen við NRK.
Báturin, sum er 35 føtur langur, er næstan 5 metrar breiður, hann hevur verið brúktur til garna- og krabbafiskiskap í Canada. Nú verður báturin riggaður til garnafiskiskap, ætlanin er at royna eftir upsa og toski á norsku fiskileiðunum.