HB vann sunnudagin 3-1 í Fuglafirði móti ÍF. Eftir dystin vísti venjarin hjá HB, Jens Berthel Askou, á at hópurin hjá HB er nakað tunnur í løtuni. Bara tveir av spælarunum á bonkinum, Øssur Dalbúð og Bartal Wardum, hava royndir frá bestu deildini.
Dagin fyri mundi Kevin Schindler, sum hevur spælt seks dystir fyri Werder Bremen, verða fyrsti spælarin í føroysku 1. deild, sum hevur royndir úr Bundesliguni í nýggjari tíð. 31 ára gamli týskarin er hjálparvenjari hjá HB og spælir við næstbesta liðnum. Tað er møguligt, at hann verður partur av besta liðnum skjótt.
- Tað er ilt siga beint nú. Kevin er komin her fyri at fáa gongd á sítt venjarayrkið, men hann er farmvegis í einum aldri, har hann kann spæla við og geva liðnum nakað. Hann hevur eisini luttikið til nakrar venjingar og tað gevur meining, at hann hjálpur næstbesta liðnum, sum hevur eitt ungt lið. Nú fáa vit at síggja hvat hendir í framtíðini, sigur Jens Berthel Askou.
##med2##
HB hevur í løtuni fleiri spælarar á skaðalistanum. Til grannauppgerðina móti AB sunnudagin er Daniel Johansen eisini leikbannaður. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá øllum fimm dystunum um vikuskiftið.
3. umfar Betri deildin menn:
Fríggjadagin 22. mai
Víkingur-NSÍ (19.00) Beinleiðis á FM1
Leygardagin 23. mai
B36-Skála (14.00) Beinleiðis á FM1
ÍF-KÍ (16.00) Beinleiðis á FM1
EB/Streymur-TB (18.00) Beinleiðis á FM1
Sunnudagin 24. mai:
AB-HB (15.00) Beinleiðis á FM1