Úr Barentshavi í Spaniastovu at syngja

Leygarkvøldið verður konsertir við Anfinn Nilsen og vinmonnum í Spaniastovu í Klaksvík.

Anfinn Nielsen hevur brúkt upplivingar í sínum lívi sum sjómaður til tónleikin hjá sær, og á Sjómannnadegnum fer hann at framføra sangir, sum bæði eru skemtiligir, speiskir, men stundum eisini álvarsamir.

Saman við Anfinni spæla Magni Husgaard, Eyðun Nolsøe og Jógvan Fróði Baldvinsson.

Konsertin við Anfinn og hansara monnum verður í Spaniastovu leygarkvøldið kl. 22.00.