26 ára gamli Kenneth Jacobsen, sum alla sína tíð hevur spælt við B36, har hann var liðformaður fyrsta partin av farna kappingarári, skrivaði týskvøldið undir sáttmála við AB.
Kenneth hevur síðani 1998 verið partur av besta liðnum hjá B36.
Við heimasíðuna hjá AB ab.fo sigur Kenneth Jacobsen, at hann heldur tað vera sunt at royna okkurt nýtt, og at starvið á trolvirkinum Vónini krevur so mikið nógv, at tað ikki verða stundir at spæla í Formuladeildini.
Heimasíðani veit at siga, at ætlanin er, at Kenneth skal spæla á miðvøllinum. Kenneth hevur áður spælt saman við AB venjaranum Allani Mørkøre, og hann sigur seg rokna við, at AB fer at flyta upp aftur næsta ár.
Týskvøldið skrivaði AB eisini undir sáttmála við 25 ára gamla Høgna Joensen. Høgni flutti í summar úr HB og út á Argir, og nú hava partarnir skrivað undir uppá, at samstarvið skal halda fram.