Úr Avstralia til TB

TB hevur fingið tilgongd úr Avstralia

Bolt.fo skrivar, at TB hevur fingið tilgongd av 24 ára gamla Luc Michael Jeggo úr Avstralia. Hann hevur síðstu árini spælt í næstbestu norsku deildini fyri felagið Florø. Bolt.fo skrivar, at her spældi hann saman við Patrik Johannesen, sum nú spælir við KÍ, men er uppvaksin í TB.

 

Talan er um ein verjukendan miðvallara, sum skal hjálpa TB í royndini at yvirliva í Betri deildini í ár. TB vann í fyrsta umfari á AB, men tapti sunnudagin 2-0 á Skála.

 

Tilgongdin í ár telur spælarar sum Ivan Ivanovic, Veljko Vukovic og Ndende, umframt at Tormóður P. Djurhuus er leigaður í HB. Nýggjur venjari er Zoran Pavlovic.