Úr at gera á bryggjuni í Sørvági

Hesa vikuna hava fleiri landingar verið í Sørvági, og aftur í morgin koma tvey skip inn at landa

FISKIVINNA

Hesa vikuna hava fimm skip landað í Sørvági, og í morgin landa tvey skip aftrat.
Mánadagin var línuskipið Venus inni við 72.000 pundum, sum teir hava fingið á Íslandsrygginum.
Vesturleiki landaði eisini í Sørvági mánadagin. Teir partrola saman við Sjagakletti, sum landaði í Hvalba. Vesturleiki hevði 110.000 pund, meginparturin upsi.
Týsdagin landaðu trý skip landað í Sørvág. Vesturtúgvan og Grønanes, sum partrola, høvdu 135.000 pund tilsamans, meginparturin upsi, og garnabáturin Drelnes hevði 33.000 pund av havtasku, sum er ein góður garnatúrur.
Úr Sørvági frættist, at seinastu landingarnar fyri jól verða í morgin, tá garnabáturin Vesturland og djúpvatnstrolarin Brestir koma inn at landa.