Seinnu árini er ein støðug útskifting av føroyska kappróðraflotanum farin fram, og sum gongdin er í løtuni, so er einki, sum bendir á, at útskiftingin er um at vera liðug.
Bátasmiðjurin, sum hevur bygt flestu av nýggju bátunum, er Sámal Hansen, og hann hevur í øllum førum úr at gera.
- Báturin, sum eg í løtuni eri í ferð við at gera, er nummar 36 í røðini, og her og nú havi eg eini 10-12 bátar niðurfyri at smíða, so hjá mær er bara at arbeiða við fullari ferð, heldur hann.
Tað er annars ikki fyrr enn seinastu fýra árini, at bátasmíðið hjá Sámali veruliga hevur fingið ferð á. Fyrsti kappróðrarbáturin hjá honum var Kjølur, sum varð bygdur í 1996. Í 1998 var hann so maðurin, sum stóð aftan fyri Eysturoyingin, og tá var tað, at fólk veruliga fóru at tosa um nýggju bátarnar. Ikki minst eftir at gula 10-mannafarið vant burtur úr øllum í samfullar róðrum tvey ár á rað.
- Í sambandi við at eg smíðaði nýggjan Havnarbát og Nólsoying, fekk eg mær so eina lítla pausu frá arbeiðinum sum smiðjur. Hetta var í januar mánaði í 2000, men tann pausan er so bara longd. Eg havi so ikki verið í gamla starvinum síðani, sigur Sámal.
Og við 10-12 afturat á bíðilistanum tykjast útlitini fyri hesum heldur ikki at vera so øgilig. Sámal smíðar framvegis við fullari ferð, og samstundis fækkast talið av vælkendu bátunum, sum Niklas í Koltri á sinni smíðaði.
-jm