Ráðastevnan gav okkum eina realistiska vón

-Vit hava við hesi ráðstevnuni fingið eina meira realistiska støðu til alt oljumálið og eru komin burtur frá tí at ganga og bíða eftir at vinna tann stóra Jackpot vinningin - yvir til at siga, at nú er tað hart arbeiði, sum skal gerast fyri at skilja tað heila betri - og har krevst tol og áhaldni sigur formaðurin í Oljuvinnufelagnum eftir oljuráðstevnuna í Havn mikudagin.

Oljuráðstevna


Hóast tað er eitt ár síðani seinastu boring á landgrunninum, og hóast tað gongur eitt hálvt ár til tað næstu boringina, so var oljuráðstevnan í Norðurlandahúsinum merkt av bjartskygni men eisini realismu. Ein av teimum, sum hevur fylgt oljutilgongdini øll árini er stjórin í Atlantsflog og formaðurin í Oljuvinnufelagnum, Magni Arge. Sum orðstýrari á ráðstevnuni hevði hann eisini møguleika at fylgja serliga væl við framløgunum hjá teimum fimm operatørfeløgunum, sum eru á Føroyaøkinum.

Hvat sigur so formaðurin í Oljuvinnufelagnum eftir hesa ráðstevnu:

-Fyrstu vónirnar til eina oljuvinnu og til ein "Jackpot" vóru sera stórar í byrjanini, bæði frá oljufólkunum og okkum sjálvum. Og tí vóru tær báðar fyrstu boringarnar eitt vónbrot fyri mong. Tá Hess so rakti við olju bøtti tað nakað um. Men kenslan hevur tó verið, at tingini hava meira og minni ligið still í eina tíð, og tóktist eisini hugurin at vera væl minni fyri økinum enn hann var frá byrjan. Tíðin hevur verið merkt av mótloysi. Men tað, sum varð lagt fram á Oljuráðstevnuni av øllum feløgunum, vísti hinvegin, at feløgini meta Føroyaøkið sum áhugavert, og at tað verður arbeitt miðvíst við økinum. Tað kom eisini fram, at man í dag er komin til eina meira realistiska støðu, tí nú verður arbeitt út frá nøkrum kendum forteytum, sum tú ikki hevði frammanundan. Tá tú fyrr hevur bygt uppá ódokumenteraðar vónir, so hevur tú í dag eina rættiliga stóra dokumentatión út frá boringum og tí nógva seismikkinum og ikki minst út frá tí so grundleggjandi fortreytini: at staðfest er ein virkin oljuskipan í økinum.

Magne Arge heldur, at framløgurnar frá oljufeløgunum góvu eina positiva mynd, og aftrat tí fekst tú greitt at vita, at vit mugu hava tol, tí hetta er nakað, sum krevur drúgva viðgerð, tað krevur áhaldandi arbeiði og síðani kontinuitet í arbeiðinum. Tað er ómetaliga týdningarmikið fyri at halda momentum í menningini av føroyska oljuøkinum, at tað verður arbeitt við tí framhaldandi.

Magni Arge heldur vit kunnu siga, at tað eru hend stór framstig í tí at skilja tað føroyska økið, at tað verður arbeitt alla tíðina við hesum og at vitanin harvið mennist sohvørt.

Formaðurin í Oljuvinnufelagnum, sum hevur verið við í oljutilgongdini beinleiðis og óbeinleiðis øll tey mongu seinastu árini, hevði eisini varhugan av, at oljufeløgini veruliga eru tilreiðar at gera íløgur í arbeiðið á landgrunninum - at tey veruliga vilja "comitta" seg til hetta arbeiði. -Tað var sera áhugavert at hoyra umboð fyri eitt nú Agip, sum skal bora næsta ár. Teirra verktætlan er sera spennandi. Tað er eggjandi at vita sær, at tá teir nú fara eftir einum máli - prospekti - byggir tað eisini á tað, sum er komið burtur úr hjá hinum feløgunum - og at teir hava góðar vónir.

Hann heldur tað eisini var sera áhugavert at hoyra umboðini fyri Statoil, BP og Hess. Eisini har fingu vit greiðar ábendingar um, at feløgini arbeiða miðvíst og við eini ætlan at fara undir boringar í 2004.

Betri mót
-Hetta gevur mær betri mót enn eg kanska hevði undan ráðstevnuni. Vit fingu eina heilt greiða kenslu av, at tað verður arbeitt seriøst og miðvíst við Føroyaøkinum, og at tað verða gjørd stór framstig við at skilja umráðið.

Vit hava við hesum fingið eina meira realistiska støðu til alt hetta málið og eru komin burtur frá tí at ganga og bíða eftir at vinna tann stóra Jackpot vinningin yvir til at siga, at nú er tað hart arbeiði, sum skal gerast fyri at skilja tað heila betri og har tað krevst tol og áhaldni.

Magni Arge sigur, at hann eftir fundirnar í gjár á ongan hátt hevur eina fatan av, at nakað av oljufeløgunum vil royna at sleppa burtur úr økinum og heldur brúka pengarnar onkra aðrastaðni. -Man fekk eina fatan av, at summi feløg vóru kanska komin longur at endurskoða sín máta at arbeiða við tí føroyska økinum enn onnur vóru. Men tað var týðuligt, at tey hava fótað sær aftur og byggja nú í ávísan mun uppá eitt nýtt grundarlag, og har tann reyði tráðurin er, at tað fer at taka tíð.

Magni Arge heldur eisini, at framløgan hjá Anadarko var sera áhugaverda. -Teir hava alla tíðina arbeitt út frá tí, at føroyaøkið er eitt torført øki at arbeiða við, og hava teir lagt á tann tyngra partin, sum er at hyggja niður gjøgnum basaltið, og har teir leita eftir møguligum stórum fundum undir basaltinum. Men hóast teir viðganga, at tað er meira kompliserað enn kanska mett frammanundan, so hava teir ikki mist mótið. Tvørturímóti tykjast teir vilja brúka nógva orku uppá at halda fram við sínum so týðandi kanningum.

-Hvat er so tann mest týðandi meldingin til føroyska almenningin frá slíkari ráðstevnu?

-Tað er tann, at her er eingin skjótur gevinstur at fáa, men vit vita, at vit hava eina virkna oljuskipan, vit hava fingið eitt nógv betri forstáilsi fyri, hvussu tingini síggja út, og við toli og áhaldandi arbeiði og við íløgum í hetta økið, so ivist eg ikki í, at vit finna virknar oljuskipanir, sum eisini fara at løna seg. Men vit mugu hava tol og staðfesta, at hetta kann taka nógv ár.