Á altjóða kvinnudegnum í gjár bleiv fráboðað, at svenskar kvinnur arbeiða við at stovna ein politiskan kvinnuflokk, sum skal stilla upp til ríkisdagsvalið næsta ár.
Á odda fyri ætlanini stendur Gudrun Schyman, sum er fyrrverandi formaður í tí sosialistiska Vinstraflokkinum. Hon hevur verið virkin í politikki í mong ár, men tey seinastu árini hevur hon verið ímyndin av royndunum hjá svenskum kvinnum at fáa javnbjóðis rættindi við menninar.
-Vit hava kvinnufelagsskapir, og teir politisku flokkarnir viðgera eisini spurningar, sum kvinnur hava áhuga í, men royndirnar vísa, at hetta er ikki nóg mikið, sigur Gudrun Schyman. Sjálv hevur hon verið virkin á vinstravonginum, men kvinnuflokkurin verður ikki vinstravendur, sigur hon. Hann skal umboða allar svenskar kvinnur og teirra trupuleikar.
Eygleiðarar í Stockholm siga, at hinir flokkarnir eru alt annað enn fegnir um ætlanina at stovna ein kvinnuflokk. Tað er heldur ikki av ongum, tí kanningar hava eisini víst, at næstan 25 prosent av teimum svensku veljarunum kundu hugsað sær at atkvøtt fyri einum kvinnuflokki.