Finnur Helmsdal
tingmaður
????
Uppskotið frá vinnunevndini, um at steingja fyri sølu av rundstykkjum og øðrum millum klokkan tíggju og tvey sunnudagar, er enn eitt dømi um ræðandi pseudo gudiligheitina, sum fær alt meira vald í samfelagi okkara. Um tað er sjúklig trongd at tekkjast ávísum veljaraskara, ella tað er ræðsla fyri sama skara, kann vera líka mikið. Tað, sum vit kunnu stað festa er, at ein stórur meiriluti av tinginum atkvøður fyri einum høpisleysum uppskoti, tí teir eru bangnir fyri hákirkjuligum- og øðrum veljarum. At man so við at samtykkja uppskoti ger seg inn á vanlig hampa-fólk og annars sendir eitt hykleriskt dupultmoralskt pseudo gudiligt signal úr tinginum, ja, tað má so vera harvið.
Um fólk sita á Hotel Føroyum ella á Hotel Hafnia klokkan hálvgum eitt sunnudagar og eta eina feitan fleska-bita, sum verður skolaður niður við reyðvíni. Og um fólk hava drukkið eins snaps niðurundir, og fáa sær ein konjakk ella tveir omaná, ja, tað er ílagi, bara fólk ikki keypa rundstykki um somu tíð. Tað er, sambært tingsins hugburði, meira legalt at fara heim frá matstaði klokkan hálvgum tvey sunnudag við kenning, enn at fara ein fittan morguntúr klokkan ellivu við hundinum eftir rund-stykkjum. Tað er ílagi, at vit keypa pittsa, Ekstra-blaðið og skókrem klokkan 22.58 hvørt kvøld í vikuni (eisini sunnukvøld), men vit skulu ikki sleppa at keypa rundstykki sunnu-morgnar aftan á klokkan tíggju.
Ræðist pseudo gudiligheit
Um ávísir tingmenn so fegnir vilja umskapa Føroyar til eitt fundamentalistiskt samfelag, so skulu hesir bara tóna reint flagg. Men tað hava teir sjálvandi ikki politiskt dirvi til. Teir velja heldur at lansera eina sjúkliga pseudo gudiligheit. Onkur kann siga, at tað kanska ikki er so vandamikið, at tað er gott, at vit fáa frið sunnumorgnar. Men tað skal eingin ivi valda um, at vit ganga vandaleið. Tí í tráð vit at menn lata seg lokka til at fremja ivasamar politiskar dispositiónir, m.a. tí lokal áhugamál skulu lúkast, so verður samvitskan reinskað við at spæla sjónleik fyri teimum hákirkjuligu. Og ein kann ikki lata vera við at hugsa ella bera bangheit fyri, hvør næsti leikur verður, tá hetta uppskotið er komið ígjøgnum. Skal tað tá verða bannað at lýsa við rundstykkjasølu, ella skal talið á bakaríðum avmarkast. Ella skal alt, sum bara minnir um morgunmata sunnudag bannast. Kári P syngur um rundstykkir í sanginum Súrligar nætur, kanska skal hann bannast... Tað næsta verður helst, at fólk skulu í kirkju ella á møti klokkan ellivu sunnudag. Hví ikki lata føroyingi sjálvan avgera, um hvussu hann skipar vikuskiftið. Bara hann ikki ger seg inn á onnur, so eigur tað at vera hansara persónliga val, um hann svevur leingi, hugnar sær við morgunmatarborðið saman við sínum, ella hann fer íkirkju ella á møti. Rokni ikki við, at nakar fær betri sømdi på den ene dag, um hann hevur keypt rundstykkini áðrenn klokkan tíggju sunnumorgun.
Viðgangi, at hesar viðmerkingar eru ógvusligar og argandi, kanska langt úti, sum vanliga verður tikið til. Men eru mínar viðmerkingar so langt frá líka langt úti, sum uppskotið um skerdu rundstykkjasøluna sunnumorgnar er. Haldi, tað er eitt tað mest skítbýtta, sum er lagt fyri tingið seinastu nógvu árini.