Ræðandi kanningarúrslit um asbest

Fyrrverandi grannar hjá einari eternitverksmiðju í Aalborg eru í sjey ferðir so stórum vanda fyri at menna lungnahinnukrabba sum onnur.

 

Ein nýggj granskingarverkætlan vísir, at fyrrverandi grannar hjá einari eternitverksmiðju í Aalborg - Dansk Eternit Fabrik - eru í sjey ferðir so stórum vanda fyri at menna lungnahinnukrabba, sum restin av danska fólkinum er.

 

Universitetssjúkrahúsið í Aalborg hevur nevniliga kannað fleiri enn 12.000 fólk, sum eru fødd í tíðarskeiðnum 1940-1970, og sum hava gingið á einum av teimum fýra skúlunum, sum lógu nær við verksmiðjuna.

 

Orsøkin til økta vandan fyri lungnahinnukrabba, sum hesi fólk hava verið í, er hugsandi, at tey hava andað í seg eitrandi asbeststøv. Eternitverksmiðjan í Aalborg brúkti asbest í sínari framleiðslu heilt upp í 1980-ini.

 

Nýtsla av asbesti hevur annars verið forboðin leingi, tí fyri nógvum árum síðan varð komið eftir, at samanhangur var millum at anda í seg asbeststøv og eina røð av krabbasjúkum.

 

Øyvind Omland, sum er professari á Arbeiðs-og Umhvørvismedisinskari deild, er ovfarin av úrslitinum.

 

Professarin sigur, at hann var í iva um, hvørt tey yvirhøvur fóru at síggja mun í títtleikanum av krabbameini í hesi kanning. Men, at hesi fólk, sum livdu nærindis verksmiðjuni, hava verið í so stórum vanda, hevði hann ikki ímyndað sær.

 

- Hetta má sigast at vera ræðuligt, tí tað kann ikki vera meiningin, at fólk skulu veksa upp og ganga í skúla, har vandin fyri álvarsomum sjúkum er so stórur, sigur professarin, sum hevur verið við til at gjørt kanningina.

 

Allir fýra umrøddu skúlar liggja minni enn ein kilometur frá staðnum, har Eternitverksmiðjan í Aalborg lá, skrivar Ritzau.