- Tað er ótrúliga oyðileggjandi fyri eina samráðingarstøðu ella eitt politiskt samtarv, tá ið onkrir politikarar velja at koyra sítt egna løb og leka upplýsingar ella fara út alment at markera seg. Og tað er ræðandi at síggja, hvussu væl hesin atburður verður løntur av fjølmiðlunum, flokkunum og eisini av veljarunum.
Tað sigur løgtingskvinnan Bjørt Samuelsen í samrøðu við Sosialin í dag.
- Um politisku flokkarnir ikki taka sær um reiggj og forða fyri, at hetta heldur fram, so verða ongar sterkar ideologiir eftir um stutta tíð, og harvið virðisgrundarlagið tikið undan flokkunum, sigur hon.
Longri samrøða við Bjørt Samuelsen um politiska arbeiðið í hennara tíð í løgtinginum kann lesast í Sosialin, sum kemur út seinnapartin.










