Fyri Williams BMW gjørdist sunnudagurin heldur stuttur, báðir bilarnir hjá Williams punkteraðu tvær ferðir hvør á høgra bakdekki.
Longu fimta umfar punkteraði Heidfeld, sum tá lá á sætta plássi, tvey umfør seinni var tað høgra bakdekk hjá Webber, sum brast, hetta hendi beint aftan á at Webber var komin framvið pitinnkoyringini. Hann var tá á sætta plássi. Tað tók langa tíð at koyra punkteraða bilin eitt heilt umfar og aftur í pit. Tá Webber kom aftur á breytina var hann aftastur.
Á 23. umfari punkteraði sama dekk hjá Webber og hann koyrdi beint í garaguna og gavst. Við trimum høgra bakdekkum punkteraðum á eini breyt við háferð svingum, var hetta einasta rætta loysn. At Heidfeld ikki var tikin úr koyringini beinanvegin var undrunarvert. Heidfeld megnaði at koyra seks umfør afturat, áðrenn hansara høgra bakdekk aftur punkteraði.
Við ferð upp um 300 kmt. var tað heppið, at eingin skaði stóðst av øllum hesum punkteringunum. Fyri Michelin, sum noyddist at takað allar sínar bilar út úr koyringini í USA, orsakað av eini líknandi hending, er hetta ikki bara pínligt, men beinleiðis ræðandi.