Sum eitt larmandi omanlop kemur nú alt oftari fram hvussu vandamikil Tjóðveldisflokkurin er.
Á landsfundi Sambandsfloksins var víst á, hvussu lítið skil er á fullveldisætlan Tjóðveldisfloksins. Við tølum úr Hvítubók vórðu dømi um gjaldføri landskassans og fíggjarorku búskapargrunsins framvíst.
Sambandsflokkurin hevur síðani í bløðunum og á fundum kring landið greitt frá, hvussu vandamikil ætlan Tjóðveldisfloksins er. Men formaður Tjóðveldisfloksins roynir við uttanumtosi og við gandandi demagogikki at afturvísa allar ávaringar frá andstøðuni.
Upp í saman verður endurtikið, at blokkurin er bert 4% av føroyska búskapinum, og tí er eingin vandi í at loysa her og nú. Men Hvítabók (sum einaferð skuldi siga allan sannleikan um føroyskt fullveldi) sigur, at rætta talið er umleið 50%. Og kortini sigur Høgni Hoydal, at Hvítabók er sera álítandi.
Um bókin er so álítandi, hví trýr hann so ikki tí, sum stendur í henni?
Trúgva ikki sær sjálvum
Síðani siga teir, at 600 mió. krónur leypa av árliga, og verða settar á bók. Men hann hjálpi okkum, nú vilja teir samráðast um at minka blokkin við 356 mió. krónum.
? Hví biðja teir ikki um at blokkurin verður minkaður við hasum 600 milliónunum, so javnvág kann koma í roknskapin?
? Hví skal eitt fullveldislandsstýri taka ímóti peningi, sum teir siga seg ikki hava brúk fyri?
? Hví má landsstýrið hava 15 ára skiftistíð, fyri at avvikla tað, sum teir siga vera 4% av búskapinum?
? Hví eru 4 ár ikki nóg mikið?
? 4% í 4 ár, er tað ikki 1% um árið?
? Hvat er tað fyri eitt fiskivinnusamfelag, sum skal standa á egnum beinum, men ikki tolir eina skerjing uppá 1% um árið?
Rokniark
Nú hevur Javnaðarflokkurin eisini gjørt somu kanning sum Sambandsflokkurin og eyðsýnt er, at teir koma júst til somu niðurstøðu, nevniliga at púrt einki høpi er í tølunum hjá Tjóðveldisflokkinum og tess leiðslu. Men svarið til Javnaðarflokkin er tað sama, sum Sambandsflokkurin fekk: ?Tit brúka bert eitt rokniark, og tað gevur eina skeiva mynd?.
So langt hevur Tjóðveldisflokkurin fingið sínar tilhangarar at fara, at sjálvt búskaparfrøðingar við tilknýti til flokkin hava hesa seinastu tíðina verið í fjølmiðlunum og tileinkisgjørt búskaparfrøðina til frama fyri fullveldið.
Uttanumtos
Seinasta avdúkingin sum Signar á Brúnni skrivaði um, og aftursvarið hjá Høgna Hoydal vísir enn einaferð, hvat rørir seg í Tjóðveldisflokkinum.
Signar skrivar um givin lyftir, men Høgni svarar við at skrivar um hvat flokkurin hevur viðgjørt og samtykt, og kemur til ta niðurstøðu, at eingi lyfti eru givin.
Eftir situr lesarin og veit, at annaðhvørt er tað Høgni ella Signar, sum sigur ósatt.