Seinasta punktumið í ólavsøkurøðu løgmans fyri í ár verður ikki sett fyrr enn sunnudagin.
Løgmaður er júst afturkomin í Tinganes eftir ein lítlan summarsteðg á Viðareiði. Tí hevur hann ikki havt so nógva tíð at gjøgnumganga tilfarið til røðuna frá ymisku aðalstýrunum.
? Eg fari nú at seta meg við røðuni, og eg rokni ikki við, at hon verður heilt liðug fyrr enn á middegi sunnudagin, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, tá Sosialurin tosaði við hann hósdagin.
Tríggir partar
Ólavsøkurøða løgmans í ár verður eins og undanfarin ár í trimum pørtum. Fyrsti parturin er tann, sum løgmaður lesir upp frá tingsins røðarapalli, tá tingið verður sett ólavsøkudag. Í øðrum parti verður gjølligari greitt frá ymisku málunum í løgmansrøðuni. At enda er triðji parturin av røðuni ein løglisti.
Í stýrisskipanarlógini er ásett, at løgmaður á ólavsøkufundinum skal greiða frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Síðani skal løgtinið innan seks yrkadagar taka støðu landsins til umrøðu við støði í røðu løgmans.









