Røðan er nýggjársheilsan

- Nýggjársrøða løgmans flytir ongi mørk, men er meira ein nýggjarársheilsan, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður og fyrrverandi løgmaður

Vit skulu leggja ov nógv í nýggjársrøðuna, heldur Edmund Joensen, løgtingsformaður og fyrrverandi løgmaður. Tað skal skiljast soleiðis, at tað er ikki nýggjarsrøðan hjá løgmanni, sum flytir nøkur politisk mørk.
- Røðan er ein nýggjársheilsan til Føroya fólk frá løgmanni og landsstýri. Tað er vanliga at líta eitt sindur aftur og fram í tíðina. Skal tað vera tað, so verður røðan ikki nógv øðrvísi enn hana, vit hoyrdu nýggjársaftan, sigur Edmund Joensen.
Kanska ikki heilt óvæntað heldur Edmund Joensen , at røðan hjá løgmanni lýsti væl, hvat samgongan hevur sett sær fyri.
- Sum heild haldi eg, at nýggjársrøðan minnir um tær undanfarnu, sigur Edmund Joensen

Aftur og fram
Sjálvur helt Edmund Joensen tríggjar ferðir nýggjársrøðu. Hann sigur, at tað sum so ikki eru nakrar reglur fyri, hvussu tú skalt orða teg, ella hvat røðast skal um. Nýggjársrøða løgmans er komin á skránna eftir útlendskari fyrimynd.
Edmund Joensen heldur, at tað betri pláss fyri útgreiningum hjá løgmanni á ólavsøku.
- Eg sigi ikki, at røðan skal vera soleiðis sum hon er, men tá fortreytirnar eru sum tær eru, so er torført at gera tað øðrvísi, sigur Edmund Joensen.

--
Mynd: Nýggjársrøða løgmans skal ikki takast fyri meira, enn hon er, heldur Edmund Joensen. Hann helt sjálvur tríggjar røður á nýggjársaftan fyri Føroya fólki.