Ráðaleysur løgmaður

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna Javnaðarflokkurin
----

Hægri skatt ella hægri blokk eru sambært løgmanni einastu vegirnir úr kreppuni. Vorðið sum visjónir, sigi eg bara.

Undirritaða setti mikudagin løgmanni hesar spurningar:
1) Hevur samgongan sett ein politikk út í kortið, ið skal viðvirka til at økja um inntøkur landskassans?
2) Hevur løgmaður nøkur ítøkilig boð uppá nýggjar inntøkur, ið kunnu verða við til at fáa hallið burtur á fíggjarlógini og harvið geva rúm fyri at menna vælferðina ?
3) Er semja í samgonguni um at útvega landskassanum nýggjar inntøkur. Um ja, hvørjar ?
Eg má viðganga, at eg var ikki sørt vónbrotin av svarinum, ið løgmaður gav. Hann svaraði, at tað eru bert tveir møguleikar at økja um inntøkur landskassans: antin hægri blokkur ella hægri skattur.
Tað eru tveir møguleikar at tulka hetta svarið. Onnur er, at Sambandsflokkurin ikki trýr uppá aðrar hættir at fíggja okkara samfelag enn við munandi hægri blokki, enn vit hava í dag, hin er at samgongan ikki kann semjast um nakað sum helst, tíansheldur at skapa góðar karmar, so inntøkuskapanin í samfelagnum kann økjast. Eg velji at síggja seinna møguleikan sum orsøkina til at løgmaður er so dapurskygdur.
Hvar fóru nýskipanirnar
Seinastu trý árini hevur løgmaður dúgliga tosað um nýskipanir. Ikki minst eru kommunureformurin og skúlareformurin nevndur í øllum løgmannsrøðum, ið hava verið hildnar á Ólavsøku. Eins og alla aðrastaðni hevur Sambandsflokkurin eisini her rent seg fastan í BADH-samgonguni.
Kommunumálið er eitt neyðaregg, har peningur skal nýtast til eina fólkaatkvøðu, ið sjálvt landstýrismaðurin, ið varðar av málinum, ikki veit hvat ið endamálið er við. At skipa landið í skúlaøkir, er nú broytt til at leggja skúlan út til kommununar. Hvat árstal hetta skal gerast veit ongin, heldur ikki samgongan.
Rullandi karmar til vinnuna
Er tað nakað, ið kann skapa inntøkur til samfelagið, so er tað ein dynamiskur vinnupolitikkur við tryggum karmun til vinnuna at virka undir. Tað, ið vit higartil hava verið vitni til, er ein politikkur, ið løgmaður ikki kennur til og sum hann nú nevnir eitt einmannsavrik, ið ikki skal endurtaka seg.
Pleniklipparin ikki nokk
Meðan útsagnirnar frá samgonguni eru leysaskot í eyst og vest, er bert ein støðug rødd at hoyra. Tað er spariknívurin frá fíggjarmálaráðharranum. Tað nýggjasta er, at nú er pleniklipparin ikki nóg mikið. Hetta eru nýggir tónar frá Fólkaflokkinum, tí higartil hevur tað at spara yvir ein kamb, uttan veruligar broytingar av skipanum, verið teirra vørumerki. Um henda útmelding er annað enn ein tóm tunna fáa vit helst at síggja í komandi tíðum.
Brúk fyri álitið, trúgv á framtíðina og greiða kós
Týdningamiklasta fortreytin fyri at skapa vøkstur í samfelagnum er, at fólkið hevur álit á politisku skipanini og hevur eina trúgv uppá framtíðina. Men førdi politikkurin hjá BADH-samgonguni hevur higartil bert elvt til at álitið á politisku skipanina er fokið og ivasemið um framtíðina er stórt.
Hetta síggja vit greiðar ábendingar um. Millum annað við tað, at fólk, ið hava pening, ikki tora at brúka hann, men heldur leggja til síðis, tí tey eru óviss um hvat framtíðin ferð at bjóða.
Tá ið landsins stjórn ikki megnar at vísa á eina greiða kós úr kreppuni, so er vandin fyri ráðaloysi stórur. Tí er mítt besta boð til løgmann, at samgongan leggur frá sær og letur onnur koma framat við greiðum politisku ætlanum, so Føroya fólk aftur kann fáa álit og trúgv uppá framtíðina.