Róaldur var vakin

Fótbóltur: Við tveimum málum syrgdi Róaldur Jacobsen fyri, at B36 tók stigini við sær úr Sørvági til Havnar. B36 skapti fleiri kjansir og stóð í verjupartinum sterkari enn 07 Vestur, sum ongantíð kom fyri seg eftir skjótu leiðsluna hjá gestunum

Undan dystinum á Dungasandi í Sørvági millum 07 Vestur og B36 kundi tað sæð opið út, tí hóast 07 Vestur er uppflytari, kom liðið sannførandi víðari í steypakappingini, meðan B36 mátti lúta í sínum dysti. Og tá 07 Vestur var uppi í Vodafonedeildini fyri tveimum árum síðani, vann liðið báðar sínar dystir ímóti B36.
Men hesa ferð gjørdist øðrvísi, og helst hevði skjóta leiðslumálið hjá B36 sína ávirkan á, at so varð. Tað vóru ikki farnir meira enn gott og væl tveir minuttir, tá ein heimleys afturlegging endaði fyri fótunum á Róaldi Jacobsen, ið var kaldur og takkaði fyri gávuna.
– Eg má siga, at eg trúði ikki ordiliga upp á tað, tí eg tamdi bóltin ov langt frá mær og hevði mist hann. Men tá so verjuspælarin hjá teimum feilmetti bóltin, kundi eg bara taka hann og lobba upp um málmannin, sigur Róaldur, ið eitt korter fyri dystarlok staðfesti sigurin, tá hann skoraði til 3-0.
Tá tók hann sakina í egnar hendur, dró úr vinstru síðu inn á miðásina og meddaði til, staddur einar 20 metrar úr málinum hjá 07 Vestur: – Tey flestu hildu kanska, at bólturin kom í tríkantin, men hann kavaði, tá hann kom inn ímóti málinum, so málmaðurin hevði ongan møguleika at røkka eftir honum.
Málið til 2-0 fekk B36 eitt korter inn í seinna hálvleik eftir eitt hornaspark í høgru síðu, sum Suni Olsen við vinstra beini sendi flatt inn ímóti fremru stong, har verjuspælarin, Símun Joensen, fekk smoygt sær fram um ein verjuspælara hjá 07 Vestur og við innarsíðuni sent í málið.

B36 megnaði meira
Talan var ikki um ein sprudlandi ella so øgiliga væl spældan dyst, men báðir partar vildu allíkavæl gjarna spæla við. 07 Vestur hevði ta fyrstu løtuna góðar taktir, men nokk so skjótt hevði B36 fingið fullkomuligt tamarhald á verjupartinum, og tá fyrsta havnarmenninir høvdu fótað sær, sleptu teir ikki takinum aftur.
07 Vestur slapp at spæla saman longur afturi á vøllinum, men so skjótt sum vágamenninir komu um miðjuna og høvdu hug at nærkast, sluppu teir ikki longur. Ta einu ferðina raktu teir stongina og í seinna hálvleiki hevði Jovan Panic eina góða skotroynd, men annars var øgiliga smáligt við atsóknum frá heimaliðnum.
Hinvegin megnaði B36 at skapa munandi meira í álopspartinum, og umframt at raka stongina hjá 07 Vestur, komu eitt nú Lukasz Cieslewicz og Heini í Skorini í góðar skotstøður, men uttan at vera nóg neyvir. Ta einu ferðina var Cieslewicz púra leysur fyri málinum, men 07 Vestur-málverjin, Hans Jørgensen, vísti sínar bestu dygdir og bjargaði meistarliga.
– Hetta var akkurát tað, sum vit fóru eftir, sjálvt um eg ikki haldi, at vit spældu so øgiliga væl, staðfestir Róaldur Jacobsen, ið var vakin, tá hann fekk sínar møguleikar, og tí kundi B36 fara aftur úr Sørvági við einum uppibornum sigri, ið kanska boðar frá góðum eftir tvey rakár hjá árstalsfelagnum í høvuðsstaðnum.