Tað gongur framvegis væl hjá B36. Í dag hevur árstalsfelagið í Gundadali vunnið 1-0 á heimavølli ímóti KÍ.
Í 1. hálvleiki var ferðin lítil, og málmøguleikarnir vóru fáir.
Eftir steðgin var fótbóltsspælið betri, enn tað hevði verið. Málmøguleikarnir vóru tó fáir.
Einasta málið skoraði ungi B36 miðvallarin Róaldur Jacobsen tólv minuttir undan leikloki. Eftir kontra smekkaði hann bóltin upp undir nettakið.
Kristoffur Jakobsen hevði tveir møguleikar at skjóta mál fyri KÍ. Tólv minuttir eftir hvíldina stútaði hann eftir innlegg frá Eli Simonsen í handara sólpan, og stutt undan leikloki misnýtti hann, tá ið hann var einsamallur frammanfyri Tróndi Vatnhamar.
B36 hevur fulla úrtøku eftir trý umfør.
KÍ bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Tapið í Gundadali var tað fyrsta hjá unda KÍ liðnum, sum frammanundan hevur spælt javnt tvær ferðir.