TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við Atla Gregersen, verjuskansa hjá Víkingi, og við Róald Jakobsen, miðvallara hjá B36.
- Vit manglaðu tað seinasta í dag, staðfestir Róaldur Jakobsen, sum sjálvur rakti træverkið hjá Vìkingi við góðum frísparksskoti í dag. Róaldur Jakobsen heldur, at B36 byrjaði væl fyrstu minuttirnar, men teir fullu niður í støði, tá Víkingur legði seg á odda 1-0.
Atli Gregersen heldur, at Víkingur hevði ein munandi betri fyrra hálvleik enn seinna hálvleik, men hann slær fast, at teir dugdu væl at verja, tá tað stóð á í seinna hálvleiki.