Róaldur: Hevði sæð betri út við 6 stigum

(Rás2) Hoyr annan av brotssparkssyndarunum hjá B36 seta orð á 1-1 javnleikin ímóti HB

Málverjin hjá HB, Teitur Matras Gestsson stjól yvirskriftirnar í Gundadali í dag, tá B36 og HB leiktu javnleik 1-1.

 

Teitur Matras Gestsson bjargaði tveimum brotsspørkum í dystinum, tá Róaldur Jakobsen og Meinhard E. Olsen royndu seg frá brotssparksblettinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við annan av brotssparkssyndarunum hjá B36, Róaldur Jakobsen.

 

Róaldur Jakobsen harmast brendi brotsspørkini, og hugtungur heldur hann fyri, at tað hevði sæð munandi betri út hjá B36, um árstalsfelagið hevði havt seks stig á stigatalvuni heldur enn tey fýra stigini teir hava nú.

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Teitur Matras Gestsson, HB-málverja hoyrist HER