B36 vann í gjár Løgmannsteypið, eftir brotssparkskapping móti HB á Tórsvølli. Tað var Róaldur Jakobsen, sum skoraði avgerandi brotssparkið. Hann gjørdi tað, sum mangan verður rátt frá. Hann broytti meining í evstu løtu.
Les eisini: B36 er steypavinnari við níggju spælarum
- Eg havi vant eitt ávíst spark í vikuni, men eg broytti meining í evstu løtu. Eg vil ikki siga júst hvar eg ætlaði at skjóta, men tað var gott, tí eg endaði við at skora, sigur Róaldur Jakobsen.
Miðvallarin hjá B36 hevur ikki veirð nógv at sæð á vøllinum í ár, men seinastu tveir dystirnar er hann komin á vøllin. Hesa ferð í seinna hálvleiki, har hann eisini legði upp til 2-2 málið, tá hann sendi hornaspark innfyri.