Í fjør gekk eitt sindur upp og niður hjá teimum, men teir vunnu á ólavsøku. Í ár hava teir fyrireikað seg væl, og málið er at endurvinna FM heitið, sum teir síðani 1993 hava átt tey flestu árini (undantøkini hava verið í 1996, tá Gongurólvur vann, og í fjør, tá Snopprikkur vann).
Tað er manningin umborð á Hvessingi, sum vit tosa um. Teir vunnu norðoyastevnuróðurin, men kappingin frá Sølmundi var ógvuliga hørð, og tá tað eydnast at vinna í harðari kapping, kennist tað uppaftur sigurssælari.
Men hetta var bara ein partur ? og kanska tann minni parturin ? av orsøkini til, at teir umborð á Hvessingi tóktust so ógvuliga fegnir um sigurin á norðoyastevnu.
Hin orsøkin var, at teir eina løtu høvdu kent tað, sum um at allar fyrireikingarnar til hetta kappingarárið lógu í skelja sori.
Hvessingur varð fremstur beinanvegin, men Gongurólvur, Sølmundur, Kollfirðingur, Hósvíkingur og onkur annar royndu at hanga uppií einar tvey hundrað metrar. So settu teir á Hvessingi turboina til, og tá bátarnir nærkaðust túsund metra málinum var munurin longu so stórur, at tað skuldi okkurt heilt serligt til, um Hvessingur ikki skuldi vinna.
Ikki sjálvgjørt
Og tað hendi nakað heilt serligt. Hvessingur gjørdist fastur í endan frá einari av málboyunum á túsund metra málinum, høvuðsdómarin lat ikki við seg koma, og meðan væl trimmaðu hvessingarnir lógu og fonglaðust við at koma leysir av endanum, og mundu hava somu kensluna, sum maðurin man hava aftanfyri rattið á einum formel 1 bili, ið skiftir dekk, fóru allir hinir bátarnir framvið.
Teir á Hvessingi settust aftur við árarnar, og teir megnaðu at leggja tveir bátar afturum seg, men tá teir komu á mál var tað týðuligt, hvussu vónbrotnir teir vóru.
Í kappróðri er tað soleiðis, at um ein manning sjálv er orsøk til, at róðurin hjá teimum miseydnast, so ber tað ikki til hjá høvuðsdómaranum at gera meiri við málið. Men um tað eru umstøður, sum manningin onga ávirkan hevur á, og sum fyrireikararnir eru upphav til, so er støðan ein onnur, og so er tað upp til høvuðsdómaran at meta um, hvusu málið skal avgreiðast.
Hvessingur fekk boyuna á túsund metra málinum um bakborð. Har hevði boyan ? um tað ber til at siga tað soleiðis ? einki at gera, og tí kundi tað sæð út sum um, at oddabáturin ikki hevði hildið seg til sína róðrargeil, og tí var tað, at høvuðsdómarin í fyrstu atløgu og í tí evarska lítlu tíðini, sum hann hevur at hugsa seg um í, lat standa til. Men tá teir á høvuðsdómarabátinum eftir róðurin peilaðu boyuna, vísti tað seg, at hon var drivin frá staðnum, har hon upprunaliga hevði ligið, og inn á róðrarøkið. Endin frá kveylinum lá í einum boga í vatnskorpuni, og tað var út frá hesum veruleikanum, at teir báðir høvuðsdómararnir, Gunnbjørn Joensen og Sigurd Andreasen, tóku ta avgerð, at seksmannaførini við monnum skuldu rógva umaftur.
Størri kapping
Teir umborð á Hvessingi fegnaðust sjálvandi um boðini, allar manningarnar royndu eftir besta førimuni at fyrireika seg til eina nýggja kapping, og tá ið 10-mannaførini høvdu róð, og klokkan var farin av sjey leygarkvøldið, og áskoðararnir, sum í góðveðrinum høvdu hugnað sær á havnarøkjunum bæði eystanfyri og vestanfyri, vóru farnir at fækkast, komu seksmannaførini á mál.
Fyrru ferðina var Hósvíkingur fyrstur, Sølmundur næstur, so komu Strálan, Kollfirðingur, Gongurólvur, Lómur, Hvessingur, Snopprikkur og Jarnbardur.
Seinnu ferðina, tá ongar forðingar vóru, og teir umborð á Hvessingi komu undan kensluni av, at kappingarárið var farið í vaskið, var sera tætt aftur til Sølmund og Hósvíking, og tað ber boð um, at henda kappingin verður sera spennandi, tá hósvíkingar 19. juni fara at royna seg í heimasjógvi.
Í fjør var Snopprikkur hjá hvalbingum, sum er mannaður og venur í Havnini, FM vinnari. Teir luttaka í kappingini í ár, men úrslitið á norðoyastevnu bendir á, at teir eru ikki so væl fyri nú, sum teir vóru fyri einum ári síðani.










