Spenningurin var í hásæti, tá kappingin varð sett kl 9.00 í morgun. Føroyska liðið er væl fyrireika og fyri fyrstu ferð umboðað við heili sjey luttakarum á egnum rossum. Tað boðar føroyska landsliðið í íslandsríðing frá í tíðindaskrivi, sent miðlunum seinnapartin í gjár.
Mánadagin var djóralæknakanningin, ið rossini skulu megna, uttan nakra viðmerking, fyri at sleppa at kappast. Skógvakanningin var sunnudagin og tað gekk væl hjá liðnum. Tíð er sett av til øll liðini á kappingarvøllunum og á venjingarvøllunum. Ì gjár var endaliga venjingin áðrenn kappingin byrjar. Føroyska liðið havt umleið ein hálvan tíma at venja á høvðusvøllinum hvønn dag.
Byrjaðu í morgun
Veðrið hevur verið sera gott og hitin øgiligur – millum 28-30 stig. Men nú kappingin byrjar er hitin niður á umleið 14 stig og er hetta bert til fyrimun fyri rossini.
Tey, ið fyrst fóru á banan í dag vóru hesi: í fjórgongd, har tey vísa arbeiðstølt, trav, tvísspor, fet og skjótt tølt byrjar Elin Tindskarð á Marel frá Feti. Síðani kemur Napoleon Falkvard Joensen á Mörðuri frá Miðhjáleigu. Í hesari grein eru 27 luttakarar.
Seinni í dag skuldi Vinjar Falkvard Joensen kappast á Vörður frá Efri-Rauðalæk í fjórgongd fyri ungríðarar. Har kappast 11 luttakarar.
Síðsta greinin føroyingar kappast í í dag er skeið. Her skulu Heri Djurhuus Dahl á Leiknir frá Stóru-Ásgeirsá og Jóanis í Hoygarðinum á Heklugígur frá Langholti kappast við 18 aðrar luttakarar.
Stórar vónir eru til Kristfríð Dam Jacobsen á Drotning frá Leirubakka. Tær skulu ikki kappast fyrr enn hósdagin. Við í tí bólkinum er Poli Joensen á Mørður frá Miðhjálegu. Hesin hesturin hevur eisini góðar eginleikar. Tey kappast í tølt. Her skulu tey vísa eina síðu spakuligt tølt, síðani vísa ferðaøkingar og at enda ein umgang skjótt tølt.
Hildur á Plógv skal kappast á Rasmes móti unglingaríðarum úr øðrum norðanlondum.