Ráða fólki til at ansa sær í kvøld og í nátt

Hann sigur frá so mikið ringum veðrið í kvøld og í nátt, at á Landsverki mæla tey teimum, ið ferðast í bili, til at vísa størsta varsemi. Sambært veðurtíðindunum verður tað stormur norðaneftir við vanda fyri hvirlum upp í ódnarstyrki í nátt.

Samstundis verður sagt frá kava.

Tí heitir Landsverk á tey, sum fara ímillum bygdir í bili í kvøld og í nátt um at vísa størsta varsemi, tí tað kann skjótt vandi standast av.

Fyri tað fyrsta verður nógvur vindur og harnæst kavi, so vandin er tvífaldur.

Hendir nakað, noyðist fólk frá landsverki at fara til hjálpar og tað er heldur ikki heilt vandaleyst fyri tey, hóast tey eru væl útgjørd til endamálið.

Tað er kanska heldur ikki so nógv at fara út til í kvøld, tí nógv dansitiltøk, sum skuldi vera, eru avlýst fyri veður.

Her skal eisini leggjast afturat, at tey á Landsverki gevast at rudda vegirnar klokkan 21 í kvøld.

Kortini verður ruddað fyri ferðslu og frá Smyrli og til og ísambandi við flogrutuna.

Í dag er veðrið gott, men tað er hált og á Landsverki siga tey, at telefonin er longu farin at ringja við jøvnum millumbili um bilar, sum hava rent seg fastar ella sum á annan hátt eru komnir í óføri í hálkuni.

Annars eru koyrilíkindi og veðurmátingar at síggja á heimasíðuni hjá Landsverki, sum er at finna á www.landsverk.fo