Í gjárkvøldið varð aðalfundur í Sinnisbata, sum er áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.
Forkvinnan seinastu árini, Súsanna Olsen, boðaði frá, at hetta fór at vera hennara seinasta formansrøða, tí hóast hon fór at taka við afturvali, so vildi hon geva sessin sum nevndarleiðari til onkran annan. Hon hevur verið forkvinna í felagnum í fýra ár.
Í formansrøðuni segði hon, at Sinnisbati seinastu árini hevur arbeitt nógv við eini heildarætlan fyri psykiatriska økið, sum felagið metir er harðliga tiltrongt. Felagið hevur eisini arbeitt nógv við teimum avvarðandi, m.a. við at skipa fyri sjálvhjálparbólkum bæði til vaksin, børn og ung. Hetta metir felagið hava verið sera gevandi fyri tey, ið hava tikið lut.
Súsanna Olsen kom eisini inn á, at Sinnisbati í løtuni arbeiðir við at byrja eitt nýtt ráðgevingartilboð til ung, sum skal virka fyribyrgjandi.
- Tíverri síggja vit í kanningum, eins og í arbeiðinum hjá Sinnisbata, at talið av ungum við sálarheilsu trupulleikum er vaksandi. Trýstið er stórt, og ung hava alt fleiri avbjóðingar innan fleiri øki. Tað kann vera trupult at tosa við foreldur og vinir um hesar avbjóðingarnar, og tí er tað gott at hava eitt stað, har onkur altíð er at tosa við, segði hon.
Nýggj nevnd bleiv vald, og hevur skipað seg soljóðandi:
Róa Midjord: Forkvinna
Marjun J. Hentze: næstforkvinna
Jana Mortensen: Skrivari
Tummas Tomassen: Kassameistari
Anna Nolsøe Joensen: Nevndarlimur
Olga Maria undir Skarði: Nevndarlimur
Súsanna Olsen: Nevndarlimur
Harumframt er Laura Apol sett í starv sum samskipari hjá felagnum nakar tímar um vikuna.