Ár 2000 og hvat so?

Gott nýggjár frá Yngd

Hetta er allarhelst ein spurningur, sum mong hava sett sær seinastu tíðina, nú aldarskifti nærkast okkum við risafetum.

Hetta aldarskifti, sum kanska leingi hevur tókst okkum at vera sera veruleikafjart, men sum kortini við tíðarinnar stúttu fetum, er komið alsamt nærri og nærri.

Nú standa vit so á gáttini til eitt nýtt túsundáraskeið, og í hvussu so er má tað sigast at vera serligt á tann hátt, at vit neyvan koma at uppliva líknandi í okkara lívsskeiði.

Hett er í øllum førum søguligt, men hvat annað er so serligt við hesum ársskiftinum í mun til hini ársskiftini, sum vit hava upplivað.

Jú, kanska serligi ár 2000 trupulleikin, sum mong meta fer at kosta fyritøkum kring heimin milliardir av krónum, meðan onnur halda, at talan als ikki er um ein so stóran trupulleika, við tað at flestu telduskipanir munnu fara at hóra undan hesum.

Atlantic flýgur í øllum førum 1. Januar 2000, so heilt galið kann tað neyvan vera, og í øllum førum er hetta ein spurningur, sum telduframleiðarar og ?frøðingar kring heimin, hava forvunnið sær ikki so heilt lítið av peningi við at viðgera.

Ein táttur, sum hevur verið sera populerur nú vit koma nærri túsundáraskiftinum, hevur verið at kosið besta eitt ella annað í farnu øldini ella í farna túsundáraskeiðnum.

Hetta hevur fevnt um so at siga allar yrkisbólkar, soleiðis at bæðI tónleikarar, rithøvundar, ítróttarfólk o.s.fr. eru sloppin upp í part. Nú skal eg ikki fara at meta um, hvussu rættvíst tað er at geva einum einstaklingi ein heiður fram um aðrar, men hinvegin er tað aloftast stuttligt at lesa um, hvat fólk og serfrøðingar á økinum meta.


Her á Yngd hava vit eisini verið úti um okkum, og hava vit spurt ymisk fólk, hvørji tey halda hava verið raskast á tónleikapallinum.

Til samans hava vit spurt gott og væl 30 fólk, hvønn tey halda vera Føroya besti tónleikabólkur, tónleikaútgáva, sangur og sangari ella sangarinna.

Sum vera man, so eru svørini mong og ymisk, men kortini hava vit at enda fingið eina hóming av, hvussu samlaða støðan hjá hesum er.

Nú skal eg ikki skriva beinanvegin, hvør hevur fingið heiðurin frá Yngd, og ivaleyst munnu tað vera fleiri, sum ikki eru heilt samd við spurdu fólkunum, men soleiðis vil altíð verða, so tað taka vit ikki so tungt.

Ístaðin nýta vit høvið til at ynskja øllum lesarum okkara eitt gott og eydnuberandi nýggjár, við vón um at vit síggjast aftur í komandi ári.

GOTT NÝGGJÁR!