Úr 12 upp í 1000 fólk

Vanliga eru 12 fastbúgvandi mykinesfólk. Men leygardagin øktist talið við 988, tá útoyggjafólk og onnur hittust til stevnu

Mykines: Hátíðardagur var leygardagin, tá árliga Útoyggjastevnan varð hildin í vestastu oyggj okkara.

Mett varð, at eini 1000 fólk vóru í Mykinesi henda dagin. Hetta var ikki uttan orsøk, tí veðrið var av tí allar fagrasta til eina slíka stevnu.

Stevnan varð sett av Steingrimi Abrahamsen, síðani var togtogan millum útoyggjarnar, har fugloyingar endurvunnu bragdið frá í fjør.

Seinnapartin vórðu túrar gjørdir í bygdini, har greitt verður frá ymiskum søguligum hendingum, m.a. um lívið hjá kenda listamanninum, S. J. Mikines. Á skránni vóru annars framsýningar, fyrilestrar og ein spennandi filmssýning við upptøkum frá eldri døgum og fram til dagin í dag. Tað er Reðin Leonsson sum hevur gjørt hesar upptøkur í Mykinesi. Hesin filmurin varð vístur í fullsettum skúla fleiri ferðir, og tað var ikki frítt, at fólk tosaðu um, at hetta var hæddarpunktið á stevnuni.

Um kvøldið vóru eisini fleiri spennandi tiltøk, m.a. dansur, útifundur og annað. Vanliga búgva 12 fólk í Mykinesi, men henda dagin vóru tey minst 988 fleiri!

Enn er ikki avgjørt, hvar næsta Útoyggjastevnan verður.