Quiz og dansur í Føroyahúsinum

Bólkurin VELOUR ætlar at gera Føroyahúsið til Skarv eina nátt.

Nú fríggjakvøldið hin 9. mai klokkan 20 verður væl vitjaða føroysk quizzin aftur á breddanum á Vesterbrogade 17 í Keypmannahavn.

 

Klokkan 23 verður dansur við bólkinum VELOUR.

 

Limirnir eru Jónas Gaard - sang og gittar, Aksel Remmel - sang og klaver, Bárður Petersen - sang og bass, Tórður Dam Jacobsen - sang og trummur og Robert Bjarason á elgittara.

 

VELOUR undirheldur við tónleiki frá 60'unum og fram til 2025.

 

Á plakatini stendur at lesa: Teir ætla at gera Føroyahúsið til Skarv eina nátt.

 

Pubquizzin er ókeypis og dansurin kostar 90 krónur.

 

##med2##

 

ESJ