Quincy deyður

Amerikanski filmsleikarin Jack Klugman, sum var kendur frá millum annað "The Odd Couple" og "Quincy, M.E.", doyði í gjár, 90 ára gamal.

Jack Klugman var ein av teimum stóru sjónvarpsstjørnunum í USA í sjeyti- og áttatiárunum, og hann varð tríggjar ferðir heiðraður við Emmy-virðislønini. Í 1989 noyddist hann at gevast sum filmsleikari, tá hann fekk krabbamein og misti røddina. Kortini kom hann afturíaftur nøkur ár seinni .

Jack Klugman hevði trupulleikar við heilsuni í seinastuni, og jólaaftan doyði hann í Los Angeles.