Dýr arbeiðsmegi
Flakavinnan sum arbeiðspláss hjá tímaløntum føroyingum er hótt eftir lívinum. Størri og størri partur av fiskinum fer óviðgjørdur av landinum og arbeiðsplássini vera í størri og størri mun yvirtikin av útlendskari arbeiðsmegi, serliga eystaneftir.
Høvuðsorsøkin til at flakavirkini sum arbeiðspláss hjá tímaløntum føroyingum eru komin í trupulleikar er, at tey ikki klára at kappast við aðrar føroyskar fyritøkur um arbeiðsmegina. Keyparar av føroyskari arbeiðsmegi, tað verið seg á sjógvi ella landi, hava boðið tímalønina, t.e. prísin á arbeiðsmegini, so høgt upp, at flakavirkini í størri og størri mun hava trupult við at vera við á marknað-inum. Tá lønarsamráðingarnar vóru í vár, vóru tað leiðslurnar á flakavirkjunum, sum settu føtur í spenni, meðan flestu av hinum arbeiðsgevarunum høvdu kunnað livað við hægri lønarhækking, enn endaliga úrslitið bleiv.
Tímalønin í Føroyum svarar til tað, sum fyritøkurnar við minstu úrtøku fyri hvønn arbeiðstíma eru førar fyri at forrenta. Og tað eru í løtuni flakavirkini. So líðandi fer henda marginalvinnan at verða sett undir størri og størri trýst, á aðrari síðuni frá øðrum føroyskum fyritøkum sum pressa tímalønina upp, og á hinari síðuni frá flakavirkjum, í Føroyum ella aðrastaðni, sum brúka bíliga útlendska arbeiðsmegi. Undir verandi treytum er tað so, at um flakavinnan ikki finnur hættir at framleiða uppá, sum krevja minni og minni av føroyskari arbeiðsmegi, t.e. antin automatiserað framleiðsluna ella brúka bíligari arbeiðsmegi uttanífrá, fer hon so við og við at missa takið og hvørva.
Ein trupulleiki?
Minkandi talið av arbeiðsplássum á flakavirkjunum til lutfalsliga dýru føroysku arbeiðsmegina er fallið politikarunum fyri bróstið. Trupulleikin er, at flestu flakavirkini eru á bygd, har hesi arbeiðsplássini ofta eru ein stórur partur av samlaðu arbeiðsplássunum á staðnum. Hvørvur flakavirki, noyðast nógv at finna sær arbeiði uttanfyri bygdina og velja kanska í síðsta enda at flyta aftan á nýggja arbeiðsplássinum.
Spurningurin er so í fyrsta lagi, um nakað skal gerast við hetta, og í øðrum lagi, hvat skal gerast. Um endamálið er, at virðisøkingin í samfelagnum skal vera størst møgulig, skulu politikararnir lata marknaðarkreftirnar ráða. Um tað ikki loysir seg at virka fiskin við føroyskari arbeiðsmegi, tí arbeiðsmegin er ov dýr fyri flakavirkini, er hetta eitt greitt tekin frá arbeiðsmarknaðinum um, at arbeiðsmegin kann skapa størri virðisøking aðrastaðni í búskapinum. At "aðrastaðni í búskapinum" í mestan mun merkir í heimamarknaðarvinnuni er uttan týdning í hesum sambandi. Líkamikið hvat vanliga uppfatanin annars er, so eru seks krónur í øktari virðisøking á flakavirkjunum, sum kosta meira enn seks krónur í mistari virðisøking aðrastaðni í samfelagnum, ein vánalig forrætning fyri samfelagið.
Men henda loysnin fer helst eisini at hava við sær, at flestu føroysku arbeiðsplássini á flakavirkjunum kring landið so líðandi fara at hvørva, antin tí flakavirkini finna hættir at framleiða upp á, sum ikki krevja lutfalsliga dýra føroyska arbeiðsmegi, ella tí tey eru farin á húsagang.
Studningur er svarið?
Halda politikararnir at okkurt má gerast fyri at halda upp á føroysku arbeiðsplássini í flakavinnuni, sjálvt um tað kostar í samlaðari samfelagsligari virðisøking, er spurningurin í øðrum lagi, hvat skal gerast. Tað kann tó ikki undra nakran, at líkamikið hvat verður gjørt, so er greitt, at loysnin er studningur av einhvørjum slag, beinleiðis ella óbeinleiðis.
Fyri at fáa flakavirkini at virka meira fisk við føroyskari arbeiðsmegi er neyðugt, at flakavirkini á ein ella annan hátt fáa ein føroyskan arbeiðstíma fyri ein prís, sum virkingin av fiskinum kann forrenta, t.e. bíligari enn annars. Einfalda, effektiva og sjónliga loysnin er at geva flakavirkjunum beinleiðis hjálp, tá tey skulu út á arbeiðsmarknaðin at keypa arbeiðsmegi. Tað vil siga at landið, t.e. skattgjaldarin, rindar ein part av hvørjum arbeiðstíma fyri flakavirkini. Henda loysnin viðførir samfelagsbúskaparligt virðistap, men viðførir samstundis eisini at flakavirkini í nøkur ár vilja eftirspyrja fleiri arbeiðstímar til virking av fiski, enn tey gera í løtuni.
Men helst fjaldur studningur
Av ymsum orsøkum vilja politikararnir tó helst hava ein loysn, har tað er betri fjalt, at talan er um studning. Við at seta forðingar av ymsum slag fyri marknaðarkreftunum, vóna politikararnir at kunna skapa "luftlummar", har flakavirkini kunnu fáa bíligari fisk. Tílík tiltøk síggjast ikki undir "studningur" á fíggjarlógini og eru tí lættari at verja yvirfyri skattgjaldarunum. Nýggjasta vápnið hjá politikarunum í bardaganum móti útflagging av flakavinnuni er eitt uppskot um at seta forboð fyri, at skip selja fiskin uttanlands. Trupulleikin er, at forðingar av hesum slagnum fara ikki at føra til meira virking av fiski í Føroyum.
Møguliga verður prísurin á einari føroyskari uppboðssølu lægri enn á útlendsku uppboðssølunum eina tíð, eisini tá hædd verður tikin fyri flutningskostnaðinum. Men um prísurin á útlendsku uppboðssølunum er til dømis 20 krónur fyri kilo av óvirkaðum fiski, so kostar tað 20 krónur kilo at virka fiskin, nevniliga tær 20 krónurnar í mistari inntøku, tá fiskurin ikki bleiv fluttur óvirkaður av landinum.
Hvat flakavirkini hava goldið fyri fiskin á føroysku uppboðssøluni er líkamikið í hesum sambandi. Fáa flakavirkini fiskin fyri til dømis 15 krónur fyri kilo er tað einasta sum hendir, at flakavirkini senda fiskin óvirkaðan av landinum og stinga 5 krónur kilo minus flutningskostnaðin í lumman. Og ber til at keypa fisk á føroysku uppboðssøluni fyri 15 krónur kilo, gjalda 2 krónur kilo í flutningsgjaldi og selja fiskin fyri 20 krónur kilo í Hirtshals, sigur tað seg sjálvt, at nýggir keyparar skjótt fara at streyma inn á marknaðin.
Endin verður tá, at prísurin verður pressaður upp á 18 krónur fyri kilo. Eisini í hesum føri kostar tað altso 20 krónur kilo at velja ikki at selja fiskin óvirkaðan av landinum. Tí svarar kostnaðurin av at virka eitt kilo av fiski altíð til prísin, ið kann fáast fyri óvirkaðan fisk á eini útlendskari uppboðssølu (tá hædd er tikin fyri flutningskostnaðinum).
Eitt krav um at landa allan fiskin í Føroyum fer altso ikki at føra við sær at tað verður bíligari at virka fisk í Føroyum. Av tí sama verður sjálvsagt heldur ikki meira fiskur virkaður, enn tað verður í dag. Harafturímóti økjast flutningsútreiðslurnar, og fiskurin missir virði, meðan hann verður fluttur av land-grunninum umvegis føroysku uppboðssøluna held-ur enn beinleiðis á útlendsku uppboðssøluna. Hesar eyka útreiðslurnar mugu reiðaríini bera, tí rásarúmið hjá flakavirkjunum er ov lítið sum er. Henda loysnin førir tí til, at samfelagslig virðisøking verður tveitt fyri borð, uttan at samfelagið fær nakað afturfyri.
Altso?
Arbeiðsmegin í Føroyum og grannalondunum er vorðin so dýr, at flakavirkir, sum brúka lokala arbeiðsmegi í størri og størri mun ikki klára at kappast við virkir, sum brúka bíliga arbeiðsmegi eystaneftir. Færri og færri skotar, norðmenn, íslendingar og føroyingar arbeiða á flakavirkjum. Antin flyta flakavirkini eystureftir til bíligu arbeiðsmegina í Baltalondum, Pólandi, Kina ella aðrastaðir, ella flyta virkini bíliga arbeiðsmegi eystan eftir til Skotlands, Noregs, Íslands ella Føroyar at arbeiða á flakavirkjunum í staðin fyri lokalu arbeiðsmegina.
Í grundini er rættuliga einfalt at fyrihalda seg til henda trupulleika. At flakavirkir, sum ikki bera seg á marknaðargrundarlag, fara á húsagang ella skifta føroysku arbeiðsmegina út við bíligari framleiðslumiðlar, tað verið seg teilendingar ella robottar, er ein trupulleiki fyri alt føroyska samfelagið, og serliga fyri tey fólk og tey bygdasamfeløg, sum vera rakt. Men henda trupulleika kunnu vit gera nakað við, til dømis við betri infrastrukturi, soleiðis at fólk framhaldandi kunnu búgva í bygdunum, hóast tey arbeiða aðrastaðni.
Enn einaferð at seta úr gildi grundleggjandi marknaðarbúskaparligu regluna um, at fyritøkur, sum ikki bera seg, fara á húsagang, loysir ongan trupulleika - hinvegin skapar tað eina glíðibreyt inn í eina nýggja kreppu. Henda loysn var ikki nakað "success-upp-livilsi" seinast og verður tað heldur ikki næstu ferð.