Summar Festivalurin hevur í dag kunngjørt ein nýggjan bólk, ið fer á pall á festivalinum í august. Hesaferð er talan um lokala klaksvíksbólkin Quarter To Three.
Bólkurin Quarter To Three spælir lættan popptónleik, har teir eisini blanda aðrar tónleikastílir – til dømis bossanova – inn í løgini. Fleiri av sangunum hjá teimum hava verið hitt seinastu árini – eitt nú sangirnir Eg Vildi Bara, The Stage, Liv og Lær og Saman Við Tær.
Quarter To Three er mannaður við royndum tónleikarum úr Klaksvík. Petur Hans Niclasen og Magni Husgaard, sum vóru partur av væl umtókta 90’ara bólkinum Aria, spæla saman við Dánjali Kjærbo, Jógvan Fróða Baldvinsson og Jens Paula Joensen.