QPR sparkað Hughes heim

Mark Hughes er ikki longur venjari hjá Queens Park Rangers. Tað tykist púra greitt sambært millum annað BBC, at Harry Redknapp verður nýggjur venjari.

 

QPR hevur framvegis ikki vunnið í Premier League hetta kappingarárið, og tað kostaði í dag fyrrverandi venjaranum hjá Gunnari Nielsen, Mark Hughes, starvið.

 

BBC hevur saman við fleiri øðrum miðlum Harry Redknapp sum favoritt at taka yvir á Loftus Road. Um vikuskiftið verða tað Mark Bowen og Eddie Niedzwiecki, sum standa á odda fyri liðnum, sum skal spæla móti Manchester United á Old Trafford.

 

QPR liggur niðast í Premier League við bara fýra stigum fyri 12 dystir. Mark Hughes hevur í tveimum førum verið venjari hjá føroyska landsliðsmálmanninum, Gunnar Nielsen. Fyrst í Blackburn og síðani í Manchester City.