QPR í Premier League

Queens Park Rangers er vinnari av næstbestu deildini í Onglandi. Tað er staðfest, eftir at enska fótbóltssambandið hevur valt ikki frátaka teimum stig. Liðið í teimum hvítu og bláu troyggjunum hevur havt eina sak hangandi fyri høvdið, sum í ringasta falli kundi enda við at enska fótbóltssambandið, FA, frátók teimum fimtan stig.

 

Málið snýr seg í høvuðsheitinum um, hvør hevur ognarskapin av leikaranum Alejandro Faurlin, sum var keyptur í 2009. Illgruni er um, at QPR hevur gjørt avtalu við triða part um fíggjarligu viðursiftini. Málið minnir um málið um Carlos Tevez, har eitt handilskonsortium átti ræðisrættin á leikaranum. QPR hevur allatíð noktað fyri, at nakað óregluligt er farið fram.

 

Í dag fekk felagið so boðini um, at teir ikki fáa frátikið stig hóast FA er komið fram til, at QPR eru sekir í tveimum av teimum sjey ákærinum, ið vóru reistar móti felagnum. QPR fær eina bót og verður tí at síggja í Premier League komandi ár.