Lítli, steinríki oljustaturin, Qatar fær bæði í posa og sekk í hesum døgum. Fyri stuttum fall avgerðin, at HM-endaspælið í fótbólti skal verða í tí lítla oljustatinum, sum hevur minni enn eina miljón íbúgvar.
Altjóða fótbóltssambandið FIFA er tó komið eitt sindur í rasshaft av, at HM-endaspælið í 2022 er lagt í Qatar, og nú verður arbeitt við at leggja hetta HM-endaspælið um veturin, tí summarhitin er so ovurhonds stórur í Qatar.
Nú er so avgerðin fallin um, at enn eitt HM-endaspæl verður avgreitt í Qatar.
HM-endaspælið í hondbólti hjá monnum er altíð á skránni í januar, og tað verður spælt innandura, so altjóða hondbóltssambandið hevur neyvan teir somu praktisku trupuleikarnar við sínum HM-endaspæli í 2015, sum FIFA hevur við HM-endaspælinum í 2022.
Í 2015 verður Danmark eisini HM-vertstjóð. Hetta verður í desember, tá bestu kvinnuliðini í heiminum skulu dystast um heimsmeistaraskapið í hondbólti.