Qatar 2022 HM ikki hildið um summarið

2022 HM í Qatar verður ikki hildið um summarið, sambært FIFA aðalskrivaranum, Jerome Valcke.

2022 HM í Qatar verður ikki hildið um summarið, sambært FIFA aðalskrivaranum, Jerome Valcke.

 

Tað skrivar BBC Sports.

 

Skráin fyri kappingina hevur verið umrødd, síðani hon kontroversielt varð latin Qatar í desember 2010.

 

Ræðslan fyri øgiliga hitanum um summarið í Golfinum hevur reist spurningin, um tað verður ov vandamikið fyri spælararnar og viðhaldsfólk.

 

- Skráin fyri HM í Qatar verður ikki í juni/juli, segði Valcke við Radio France.

 

- Fyri at siga tað, sum tað er, vænti eg, at kappingin verður hildin onkustaðni millum 15. november og 15. januar, helt Valcke fram.

 

- Um spælt verður millum 15. november og endan av desember, fær tú frægasta veðrið við hita, sum líkist hitanum í einum heitum vári í Europa við miðalhita á 25 stig, og tað er frálíkt fótbóltsveður, sigur Jerome Valcke.