Sølumenn, ið selja reyðar pylsur kring Parkina í Keypmannahavn, vóru ikki til staðar at geva svangum gómum okkurt gott undir tonna eftir og undan dystinum millum Danmark og Ísrael í Parkini í gjárkvøldið.
Nakrir pylsumenn boðaðu undan dystinum frá, at teir ikki fara at selja pylsur tann mikudagin. Talan er um pylsubúðir, ið eru nær við leikvøllin.
Orsøkin til at pylsumenninir steingja búðirnar eitt kvøld, tá teir annars kundu selt fleiri pylsur enn vant er, at teir boykotta hernaðarligu átøkini hjá Ísrael í Palestina. Hetta mugu svangir áskoðarar svíða fyri.
Ístaðinfyri at arbeiða fara pylsumenninir at luttaka í mótmælisgonguni í Keypmannahavn ímóti Ísrael.










