So gott sum hvørt vikuskifti fær miðbýurin í Havn vitjan av pylsukonginum Mourits Clementsen, sum rekur Fa. Pylsukongurin.
Vanliga setur hann pylsubilin í gongugøtuni frá á midnátt til kl.5 á morgni. Eisini hevur hann ætlanir um at seta bilin í Gundadali tá fótbóltskappingin byrjar aftur og at fara til bygdstevnurnar kring landið um summarið. Pylsubilurin stendur t.d. eisini við Badmintonhøllina tá DJ Show og onnur líknandi tiltøk fyri ungfólk eru.
Bilurin er ein Citroën Jumper 2,5 HDi við 107 hk, sum frá nýggjum av er uppbygdur sum pylsuvognur. Hann er innrættaður við øllum, sum hoyrir til ein nútímans pylsuvogn, sum t.d. kókiamboðum, steikiplátum, breyðovni, frystiboks og køliskápi. Bilurin er góðkendur av heilsumyndugleikunum.
Mourits selur pylsur, toast og vanligar kioskvørur. Eisini selur hann "Frælsi í dós" og teletíðarkort frá Kall. Hann hevur eina toastmaskinu, sum ger vanlig toast - ikki í mikroovni - tey smakka sera væl og vera væl móttikin. Mourits sigur, at hann eisini hevur tær bestu pylsurnar í býnum.
Pláss til reklamur
Uttan á bilinum eru fleiri reklamur hjá ymiskum fyritøkum, sum tekna seg fyri at gjalda fyri eitt ella tvey ár á gangin. Mourits sigur, at hann selur flestu av vørunum, sum hann reklamerar fyri í pylsuvogninum. Men enn er pláss til nakrar reklamur afturat. Fleiri av núverandi reklamunum verða skiftar út, tí tær eru gjørdar við fyrrverandi eigaran av bilinum. Fyritøkur og feløg sum kundu hugsað sær at havt reklamur á bilinum kunnu senda teldupost til: pylsukongurin@kallnet.fo
Fremst á bilinum er ein utbygdur kassi við einum bensinmotori, sum er eitt streymagrigat, tá Mourits selur pylsur, har eingin streymveiting er.
Mourits er sonur Lív og Hans Clementsen í Hoyvík, hann eigur systrarnar Guðrun og Bjørg. Hann sigur, at um familjan ikki hevði stuðla og hjálpt honum so væl, hevði tað ikki borið seg fíggjarliga hjá honum. Tað er altíð tungt at byrja. Eisini hava vinirnir verið góðir at heita á og at geva eina hjálpandi hond tá á stendur, sigur pylsukongurin, Mourits Clementsen.
Sjálvur pylsuvognurin er rættuliga stórur, kassin er 4,5 m langur, 2,2 m breiður og 2,2 m høgur. Mouritsi dámar hetta arbeiði sera væl, hann møtir nógvum ymiskum fólkum í býnum í vikuskiftinum.
Bilurin bleiv keyptur nýggjur frá Ivan Johansen Bilum í 2001. Mourits Clementsen keypti bilin sum tvey ára gamlan í 2003.