Putin: Vit ynskja ikki kríggj – tí seta vit krøv

Vladimir Putin og Olaf Scholz hava í dag hildið tíðindafund eftir fundin um Ukraina-kreppuna.

 

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholtz, og forseti Russlands, Vladimir Putin, hittust í dag í Moskva at tosa um Ukraina-støðuna. - Foto: Kay Nietfeld/Ritzau Scanpix

Russland hevur einki ynski um, at kríggj brestir á í Evropa.

Tað legði russiski forsetin, Vladimir Putin, dent á í dag, eftir fund í Moskva við týska samveldiskanslaran, Olaf Scholz.

Putin leggur tó afturat, at tað er júst orsøkin til, at russar seinastu mánaðirnar hava sett Nato fleiri krøv.

– Ynskja vit hetta? Sjálvandi ikki. Og tað er júst orsøkin til, at vit hava sett fram uppskot um framstig í samráðingunum, segði Putin á tíðindafundinum, sum hann hevði saman við týska samveldiskanslaranum.

Teir báðir leiðararnir hava í russiska høvuðsstaðnum kjakast um spentu støðuna við markið til Ukraina. Vesturheimurin óttast eina russiska innrás.

Russland hevur hinvegin sett fram fleiri krøv um trygd til vesturlendsku verjusamgonguna Nato. Millum annað hava russarar kravt, at Nato garanterar, at Ukraina ikki verður partur av Nato.

Sambært Russlandi hevði tað verið ein stór hóttan ímóti russisku trygdini, um tað hendir. Nato hevur noktað at givið nakað slíkt lyfti.

Í dag endurtók Putin, at Nato ikki hevur tikið ímóti øllum krøvunum um trygd, sum Russland hevur sett – her undir eisini kravið um ikki at taka Ukraina upp sum lim.

Olaf Scholz sigur tó samstundis,a t posin við møguligum diplomatiskum loysnum á kreppuni »ikki er tømdur enn«.

– Vit eru til reiðar við øllum pørtum og sameindum í ES og Nato og saman við Russlandi at tosa um ógvuliga ítøkilig stig til at styrkja trygdina hjá báðum pørtum – ella enn betri: Okkara felags trygd.

Stríðið millum Russland og Ukraina og Vesturinheimin er vorðið alsamt meira spent, eftir at Russland hevur flutt yvir 100.000 hermenn til ukrainska markið.

Í dag hava verið frásagnir um, at fleiri russiskir hermenn hava tikið seg aftur. Tað verður Putin eisini spurdur um á tíðindafundinum.

Spurdur um tað koma fleiri afturtøkur sigur forsetin:

– Tað veldst sum støðuna. Hvussu kann eg svara, hvussu støðan háttar seg? Tað er tað eringin sum veit. Men vit royna at finna loysnir við feløgum okkara, og vit vilja fegin loysa hetta diplomatiskt.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholtz, og forseti Russlands, Vladimir Putin, hittust í dag í Moskva at tosa um Ukraina-støðuna. - Foto: Kay Nietfeld/Ritzau Scanpix