Putin ávarar Ukraina ímóti NATO-limaskapi

Ukraina eigur ikki at fara upp í NATO, tí tað fer at gera ta russisku verjuna veikari, sigur Vladimir Putin, forsætisráðharri

Ukraina hevur søkt um limaskap í verjusamgonguni NATO, men á fundi í vár samdust ríkis- og stjórnarleiðararnir í samgonguni um at bíða við at taka støðu til umsóknina. Orsøkin til avgerðina var fyrst og fremst, at Russland vil ikki hoyra talan um, at Ukraina fer upp í NATO, og somu boð hevur leiðslan í Georgia fingið.

Leygardagin var ukrainski forsætisráðharrin, Julia Tomisjenko, í Moskva. Sum væntað var ukrainska NATO-umsóknin eitt av umrøðuevnunum millum hana og Vladimir Putin, sum nú er russiskur forsætisráðharri. Og boðini frá Putin vóru púra greið:

-Russland kann ikki góðtaka, at Ukraina fer upp í NATO, og Russland er til reiðar at ógilda verandi handilsavtalur landanna millum, um Ukraina ger álvara av sínari ætlan um limaskap.

 

Fleiri trupulleikar

Ukraina hevur ein rættiliga ukfatandi vápnaídnað. Men at kalla øll framleiðsluútgerðin stavar frá gamla Sovjetsamveldinum, og tí hava verksmiðjurnar tørv á íløgum fyri at kunna standa seg í kappingini á altjóðamarknaðinum. Eitt handilsbrot við Russland hevði komið vápnaídnaðinum sera illa við, skrivar NTB.

Ein annar trupulleiki er tann russiski Svartahavsflotin, sum hevur støð í ukrainska havnarbýnum Sevastopol, men á fundinum leygardagin segði Julia Timosjenko, at Ukraina er sinnað at leingja verandi leigusáttmála um herflotastøðina til 2017.

Timosjenko og Putin samdust um at tryggja, at Ukraina kann fáa tað gass úr Russlandi, sum landið hevur brúk fyri. Fyri tveimum árum síðani fóru londini at keglast um prísin á gassi, og tað endaði við, at russar skrúvaðu fyri. So seint sum í vár hóttu russar aftur við at skrúva fyri, men tað varð tó av ongum.