Putin vann

Hóast tey seinastu valhølini júst eru latin aftur, tykist longu nú greitt, at Vladimir Putin skal røkja russiska forsetaembætið eina ferð afturat.

Tær fyrstu forsagnirnar vísa, at Putin hevur fingið millum góð 59 og knappliga 62 prosent av atkvøðunum, og at hansara næsti kappingarneyti, Gennadij Sjuganov, hevur fingið millum 17 og 20 prosent.

Halda hesi tølini, verðu ikki neyðugt við einum valumfari afturat, tí lógin sigur, at fær eitt valevni meiri enn 50 prosent av atkvøðunum í fyrra umfari, hevur viðkomandi vunnið valið.

Tað almenna úrslitið kemur eina ferð í morgin.