Putin væntar mótstøðu hesaferð

Okkurt bendir á, at russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, er vorðin ávirkaður av teimum nógvu mótmælunum, sum hava verið ímóti honum og stjórnini í seinastuni. Í hvussu er sigur hann nú, at tað er als ikki vist, at hann verður valdur til forseta longu í fyrra valumfari, sum verður tann 4. mars.

Meiningakanningar siga, at Putin fær millum 40 og 50 prosent av atkvøðunum, men fyri at verða valdur longu í fyrra umfari, skal hann hava meiri enn 50 prosent.

-Soleiðis sum okkara lógir eru, verður kanska talan um eitt seinna valumfar, og tað kann elva til óstøðug viðurskiftir, hevur Putin sagt á einum fundi við valeygleiðarar.

Tá Putin stillaði upp til forseta í 2000 og í 2004, varð hann valdur longu í fyrra umfari.