Ígjár vóru 14 leiðandi persónar í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA handtiknir og ákærdir fyri mutur og valdsmisnýtslu.
Stóra átakið var sett í verk av amerikonskum og sveisiskum myndugleikum. Millum ákærurnar, ið eru reistar eru, at stórar peningaupphæddir vóru goldnar undir borðið í samband við, at Russland fekk tillutað HM-vertsskapin í 2018.
At tað eru amerikonsku myndugleikarnir, ið ganga á odda í samband við handtøkurnar av leiðandi persónunum í FIFA hevur fingið russiska forsetan, Vladimir Putin at síggja reytt.
Við tíðindastovuna AP sigur Vladimir Putin: - Hetta er enn ein roynd hjá USA at víðka um heimildarnar hjá amerikonskum myndugleikum at røkka til onnur lond eisini.
Vladimir Putin heldur, at alt átakið verður gjørt fyri at taka HM-vertsskapin frá Russlandi. Í einari sjónvarpstalu í russiskum sjónvarpi segði Vladimir Putin, at tað var løgið, at amerikanskir myndugleikar blanda seg uppí eitt mál, sum einki hevur við amerikanskar ríkisborgarar at gera, og sum ikki fer fram á amerikanskari jørð.
Í hugaheiminum hjá Vladimir Putin er eingin ivi um, at tær 14 handtøkurnar eru framdar fyri at forða FIFA-forsetanum, Sepp Blatter at gera sítt arbeiðið. Vladimir Putin undirstrikar, at Sepp Blatter hevur fullan stuðul frá Russlandi og frá tí russiska fótbóltssambandinum.