Russiski forsetin, Vladimir Putin (myndin), sigur nú, at um njósnaraskuldsetti amerikanarin, Edward Snowden, hevur hug at verða verandi í Russlandi, má hann gevast við at gera nakað, sum kann skaða okkara amerikansku partnarar.
Samstundis ger Putin púra greitt, at tað fer ikki at koma upp á tal, at Russland fer at útflýggja Snowden: Russland útflýggjar ongantíð fólk til onnur, segði Putin í gjár.
Eisini endurtók russiski forsetin, at Edward Snowden ikki er russiskur agentur, og at russiska fregnartænastan ikki samstarvar við njósnaraskuldsetta amerikanaran.
Hvagar Snowden ætlar sær, er heldur ógreitt, tí russiskir myndugleikar vita at siga, at hann hevur søkt um politiskt friðskjól í ikki færri enn 15 londum. Hann fór fyrst til Hong Kong, men er síðani farin til Russlands, har hann enn bíðar eftir at fara víðari.