Putin: USA eggjar til mótmæli

Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, leggur nú amerikonsku stjórnina undir at hava eggjað til mótmælini, sum hava verið í Russlandi síðani tjóðartingsvalið seinasta sunnudag. Politiskir eygleiðarar siga, at skuldsetingin hjá Putin hevur til endamáls at venda atfinningunum frá hansara stjórn og ímóti USA og øðrum londum.

Putin sparir ikki krútið. Hann sigur, at amerikanska stjórnin hevur brúkt 100 milliónir dollarar til at ávirka russiska valið, og hann skjýtur við skørpum eftir Hillary Clinton, uttanríkisráðharra, sum hann leggur undir at hava eggjað russiska fólkinum til at mótmæla valúrslitinum.

Russiski forsætisráðharrin sigur at enda, at tey, sum mótmæla, hugsa ikki nógv um tað, sum tænir Russlandi, men renna heldur ørindi fyri útlendskar kreftir.