Putin umhugsar forsetavalið í 2012

Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, gloppar nú hurðini fyri, at hann kanska fer at royna at gerast landsins forseti aftur. Í samrøðu við blaðið Kommersant í dag avdúkar Putin, at hann hevur ætlanir um at sleppa í forsetaembætið aftur.

Spurdur, um hann ætlar at stilla upp á forsetavalinum um tvey ár, svarar Putin stutt, at hugurin er har.

Vladimir Putin var russiskur forseti frá 2000 til 2008. Hann kundi ikki stilla uppaftur tá, tí sambært russisku stýrisskipanini kann eingin røkja forsetaembætið meiri enn tvey valskeið á rað.

Síðani 2008 hevur Dmitrij Medvedev verið russiskur forseti, men tað er rættiliga vanlig uppfatan, at Putin er framvegis tann ovasti leiðarin í Moskva.